fre. 28. apr.
|Føroya Fólkaháskúli
Burðardygg seyming
Elin Lindenskov

Tíð og stað
28. apr. 16.00 – 30. apr. 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
Burðardygg seyming
Hetta er eitt skeið til allar føroyingar, sum vilja læra at brúka sítt tilfeingi betri.
Luttakararnir læra at skapa sítt egna klædnaplagg úr endurnýtslutoyi ella leivdum úr
klædnagoymslum í Føroyum. Tú lærir at brúka tína egnu seymimaskinu, at velja toy, tráð og nál til
ymisk endamál. Tú lærir eitt sindur av tí mest grundleggjandi um seyming og um tilfar.
Elin Lindenskov er hondarbeiðslærari og hevur drúgvar royndir við endurnýtsluseyming og undirvísing í
endurnýtsluseyming.
_______________________________________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligu ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.