fre. 24. mar.
|Føroya Fólkaháskúli
Bókmentir, kreativ skriving og sálarheilsa
Bergur Rønne Moberg

Tíð og stað
24. mar. 16.00 – 26. mar. 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
Skeiðið tekur støði í bókmentum um heilsu og sjúku í breiðum høpi.
Umframt at vit lesa bókmentir ið hava samband við mentala heilsu og
vísindaøkið Narrativ medisin, fara vit at skriva stuttar tekstir úr egnum lívi – t.d. um eina eydnuríka løtu – sum man so kann kjakast um, við tann man situr undir liðini á. Vit gera eisini smærri venjingar, har arbeitt verður við andadrátti, nærveru, hjartanna uppmerksemi og tolmóð.
Harumframt fara vit at lesa stuttar tekstir um ítøkiliga mentala sjúku og um eydnuríkt lív. Vit lesa William Heinesen, og fara eisini at kanna, hvussu hansara skriving og myndlist er brúkt í mindfulness-høpi t.d. í bókini Vildhjerte eftir Søren Hauge.
Skeiðshaldari
Bergur Moberg Hansen er lektari í modernaðari føroyskari mentan við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, og hevur fingist við gransking og miðling tey seinastu 30 árini.
_______________________________________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.