top of page

fre. 19. maj

|

Føroya Fólkaháskúli

Body, music and beats

Karoline Skriver og Heðin Ziska Davidsen

Man kan ikke længere tilmelde sig
Se andre begivenheder
Body, music and beats

Tíð og stað

19. maj 16.00 – 21. maj 16.00

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

TEKNA TEG

Body, music and beats - kroppurin sum ljóðføri.

V/Karoline Skriver og Heðin Ziska Davidsen

Vit skapa rútmur, ljóð og rørslu gjøgnum body percussion, venjingar og útsetingar. Síðsta verksmiðjudagin seta vit rútmurnar saman við elektronisk beats – sum Heðin Ziska Davidsen kemur við.

Vit læra gjøgnum tónleikin sum vit gera saman, royna umaftur og umaftur inntil hann situr og tað svingar, og vit njóta tað!

“Body percussion, body music, are being created when we are aware of “the motion that creates sound and when we get the ability to leave ourselves to the gravity.” (Tugay Basar). Við hesum oðrunum hjá Basar in mente, royna vit at geva okkum yvir til tyngdarlógina.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

bottom of page