fre. 28. feb. | Føroya Fólkaháskúli

AVLÝST ! (At byggja eina framsýning)

Brandur Patursson, listarmaður Hvussu byggir tú eina framsýning, frá hugskoti til dyrnar lata upp?
Man kan ikke længere tilmelde sig
AVLÝST !   (At byggja eina framsýning)

Tíð & stað

28. feb. 2020 16.00 – 01. mar. 2020 16.00
Føroya Fólkaháskúli, 14 Háskúlavegur, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Hvussu byggir tú eina framsýning, frá hugskoti til dyrnar lata upp? Nærri kunning og skrá verða kunngjørd til várs.

Málbólkur: Listafólk, leik sum lærd

Skeiðsgjald: 1500 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Brandur Patursson (1977) er mest kendur sum glaslistamaður, og sýnir fram altjóða. Í Vencil verður hann lýstur soleiðis: “Í 1977 fór Elvis Presley frá hesi jørð, og Brandur Patursson kom til. Brandur er autodidaktur, ið hann metir er eitt longri orð fyri geni. Annars hevur hann verið eitt sindur á Kunstakademii og sovorðnum.”

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil