ons. 14. okt. | Føroya Fólkaháskúli

At tora at stíga fram FULLTEKNAÐ

Skeið í rødd og framburði av teksti við Súsannu Tórgarð, sjónleikara
Man kan ikke længere tilmelde sig
At tora at stíga fram FULLTEKNAÐ

Tíð & stað

14. okt. 2020 16.00 – 15. okt. 2020 21.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Færøerne

Um skeiðið

Á hesum skeiðnum arbeiða vit við grundleggjandi andadráttarvenjingum og kropsburði, til tess at fáa samband við røddina í kroppinum. Útfrá hesum, verður arbeitt við tekstum og smáum leikbrotum.

Endamálið er, at luttakarar gerast tilvitaðir um, at røddin og kroppurin eru tengd at hvørjum øðrum. Soleiðis økist førleikin at brúka røddina rætt, og tú fær innlit í tína egnu styrki, og hvat tú reint kropsliga kann gera, fyri at fáa eina størri nærveru, sum undirvísari, fyrilestrahaldari, fundarleiðari ella sum sjónleikari á pallinum. 

Tú fært nøkur einføld amboð, sum gera at tú torir betri at stíga fram og taka orðið.

Hesin arbeiðsháttur tekur støði í hvørjum einstøkum, og arbeitt verður við at menna teg, júst har tú ert beint nú. Arbeitt verður bæði í bólki og við hvørjum einstøkum luttakara.

Skeiðið er fyri øll, sum vilja menna seg á hesum øki – roynd og óroynd

Arbeitt verður útfrá arbeiðsháttinum hjá Nadine George, frá Voice Studio International í London.

Sí meira á www.voicestudiointernational.com

Skeiðið er tvey kvøld: mikudagin 14. oktober og hósdagin 15. oktober frá kl. 16.00 – 21.00

Nátturði báðar dagarnar er við í prísinum.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil