fre. 06. nov. | Føroya Fólkaháskúli

At tekna tað, ið livir EYKASKEIÐ FULLTEKNAÐ

Tekniskeið við Pernille Mejslov - tekna fólk, portrettir, plantur og djór. Skeiðið er fullteknað, men til ber at koma á bíðilista.
Man kan ikke længere tilmelde sig
At tekna tað, ið livir  EYKASKEIÐ FULLTEKNAÐ

Tíð & stað

06. nov. 2020 16.00 – 08. nov. 2020 17.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Færøerne

Um skeiðið

Kom við á ein livandi tekniverkstað, har vit granska tað at tekna fólk, portrettir, plantur og djór - hetta síðsta, um veðrið loyvir tí.

Verkstaðurin er fyri øll, ið dáma at hugsavna seg og læra saman við øðrum, ið eisini vilja tað. Vit tekna modellir, okkum sjálvi og hvønn annan. Tú fært avbjóðingar, ið venja tíni teknieygu at síggja skap, ljós og skugga.

At tekna snýr seg um at fara niður í ferð, njóta tilgongina og hava tað stuttligt, meðan tú lærir við eygunum og fingrunum.

Vit geva tær møguleikan at fáa íblástur og avbjóðingar í eini ferð, ið passar tær.

Tú kanst luttaka, um tú ynskir at duga betri at tekna eftir modellum, ella um tú ynskir at duga betri at tekna við fríhond. Tú ert vælkomin at luttaka, bæði um tú teknar professionelt ella til stuttleikar.

Hvørt kvøld umrøða vit dagsins tekningar saman.

Minst til at hava arbeiðsklæði við.

Skeiðið er trý kvøld: 

fríggjadagin 6. novembur, kl. 16.00 - 21.00

leygardagin 7. novembur, kl. 11.00 - 19.00

sunnudagin 8. novembur, kl. 11.00 - 17.00

Kostnaður 500 kr. Nátturði fríggjadagin og leygardagin er við í prísinum.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil