fre. 11. mar.
|Tórshavn
At søkja inn á listaskúla
Ida Clausen (DK)

Tíð og stað
11. mar. 16.00 – 13. mar. 16.00
Tórshavn, Háskúlavegur 14
Um skeiðið
Málbólkurin eru tey, ið umhugsa at søkja inn á lista- ella designskúla, men øll eru hjartaliga vælkomin.
Skeiðið er fyri teg, sum ynskir at bjóða tínum innara spælibarni og kreativiteti av. Vit fara at eksperimentera við ymiskum tilfari og granska formar og litir. Tankin er, at vit skulu flyta okkum burtur frá hugsanini um, at design og list bert eru góð hugskot og vakrar skitsur á einum pappíri. Her er processin týdningarmiklari enn úrslitið, og tú kemur uttan iva heim við øðrum úrslitum eftir lokið skeiðsvirksemi, enn tú hevði væntað.
Ida Clausen er ábyrgdaleiðari av framsleiðsluni á arkitektafyritøkuni Archival Studies í Keypmannahavn. Hon er útbúgvin fashiondesignari, smiðjur og møblasnikkari. Hon er forvitin og blandar ymiskt tilfar saman fyri at skapa nakað nýtt.
Vikuskiftisskeið. Skeiðsgjald 1800 kr fyri undirvísing, tilfar og fult vistarhald.
_______________________________________________________________________________
Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.