Endnu ikke afgjort
|Føroya Fólkaháskúli
At skriva til pall (MáF), AVLÝST
Hevur tú eina góða søgu, ið tú kundi hugsað tær at sett á pall? Manglar tær íblástur í at koma í gongd við at skriva?

Tíð og stað
Endnu ikke afgjort
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
Set kross í kalendararn 08. – 10. mai 2020 og tekna teg til skriviskeiðið At skriva til pall, ið MáF skipar fyri á Føroya Fólkaháskúla. Tríggir spennandi dagar har tú hevur møguleika at menna tíni hugskot til søgu á palli í einum kreativum og spennandi umhvørvi.
Undirvísari verður Gunvør Reynberg, ið er útbúgvin sjónleikari á Statens Teaterskole og hevur arbeitt sum sjónleikari á eitt nú Aalborg Teater og Det Kongelige Teater og eisini hevur spælt í fleiri kabarettum. Umframt at arbeiða sum sjónleikari og leikstjóri, hevur Gunvør í fleiri ár arbeitt sum tekstahøvundur, har hon hevur skrivað tekstir til m.a. fleiri kabarettir og poppsangir, og eisini hevur hon skrivað fleiri barnabøkur og somuleiðis umskrivað barnabøkur til eitt nú familjusangleikir.
Hevur tú eina góða søgu, ið tú kundi hugsað tær at sett á pall? Manglar tær íblástur í at koma í gongd við at skriva? So er hetta skeiðið nakað fyri teg. Á skeiðnum fært tú við samrøðum og skrivivenjingum nøkur amboð, soleiðis at eitt gott hugskot ikki endar í skuffuni ella ruskspannuni. Tú lærir, hvussu tú skrivar eitt gott hugskot um til sjónleik, hvussu tú byggir eina søgu upp, soleiðis at áskoðarin ikki missir áhugan í søgugongdini, hvussu tú skrivar eina góða samrøðu, og hvussu tú skapar ein ella fleiri trúligar og áhugaverdugar persónar og mangt annað.
Undirvísingin verður fríggjadag til sunnudag frá kl. 09.00 – 17.30 við matarsteðgi á middegi umframt okkurt leskandi/etandi í smáum støðgum fyrra- og seinnapart. Gevi gætur, at møtt verður hóskvøldið 7. mai til samansjóðing og ábit.
Prísurin fyri alt skeiðið íroknað uppihald og mat á háskúlanum er kr. 1.500 / 2000. Avmarkað pláss.
Áhugaði kunnu fáa meiri kunning og tekna seg elektroniskt inni á heimasíðuni hjá MáF www.maf.fo ella við at fara inn á tiltakið Stanislavskij-skeið á Facebook. Skráseting er fyrst galdandi, tá ið goldið er á konto í Eik Banka: 9181-185 132 4 í seinasta lagi 31. mars 2020.