Endnu ikke afgjort | Føroya Fólkaháskúli

At megna tær sálarligu avbjóðingarnar, AVLÝST

Lærarar á háskúlanum og starvsfólk á "Gloym meg ei" Vit geva fólki við sálarligum og sosialum avbjóðingum møguleika at koma saman til kreativt arbeiði.,
Man kan ikke længere tilmelde sig
At megna tær sálarligu avbjóðingarnar, AVLÝST

Tíð & stað

Endnu ikke afgjort
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

At megna tær sálarligu avbjóðingarnar

v/lærarum á Føroya Fólkaháskúla og starvsfólki á “Gloym meg ei” í Klaksvík

Málbólkur: Fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum, frá 18 ár uppeftir.

Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, tilfar, gisting og mat.

Skeiðið snýr seg um, at geva fólki við sálarligum og sosialum avbjóðingum møguleika at koma saman til kreativt arbeiði, læra hini at kenna. Samstundis er rúmd fyri at slappa av og hugna seg, og uppliva ting, tú ikki vanliga ger einsamallur.

 

Starvsfólk verða til staðar bæði til vakt alt samdøgrið, og lærarar eru til rørslu, seyming og tónleiki. Nærri lýsing kemur her á síðuni til várs.

__________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.  

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil