man. 09. aug. | Føroya Fólkaháskúli

Analog portrettir við Lydiu og Gwenaël

Vit fara at læra at nýta ymiskar ljóskeldur og blanda kunstiga ljósið við natúrliga. Myndirnar verða tiknar á 35mm kameraði, og verða síðani framkallaðar í myrkakamari.
Analog portrettir við Lydiu og Gwenaël

Tíð & stað

09. aug. 16.00 – 12. aug. 18.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Analog portrettir 

v/ Lydiu og Gwenaël

Málbólkur: Øll, sum dáma væl at taka myndir.

Skeiðsgjald: 1500 kr. fyri undirvísing, tilfar og mat.

Dagskeið:

Mánadag 9. aug. kl. 16-21

Týsdag 10. aug.    kl. 16-21

Mikudag 11. aug.  kl. 16-21

Hósdag 12. aug.   kl. 16-18

Um skeiðið:

Vit fara at læra at nýta ymiskar ljós keldur og blanda kunstiga ljósið við natúrliga. Myndirnar verða tiknar á 35mm kameraði, verða síðani framkallaðar í myrkakamarinum.

Lydia og Gwenaël koma m.a. at greiða frá um:

- Innleiðslu í analogari myndatøku

- Teknikkir til uppstilling av modellum

- Portrett myndatøka við 35mm film kamera

- Framkalling av svart/hvítum negativum og prent í myrkakamari

At hava við:

35mm Kamera

Um skeiðshaldararnar:

Gwenael Akira Helmsdal Carré, er ein føroyskur portrett- og løtumynda-fotografur sum nýtir ymsar miðlar til at menna síni hugskot, serliga tá tað snýr seg um ljós, arbeiðshættir, svart- hvítan film, 35mm ella stórformat foto.

Lydia Hansen er útbúgvin MA in Photography á University of Europe for Applied Sciences, og hevur tey seinastu árini verið búðsitandi í Berlin. Hon leggur serligan dent á søgur handan myndirnar og nýtir umhvørvið ið er til staðar.

Kontakt:

Email: lydia@lydiahansen.com

Tlf: +298 588913

_____________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Deil