man. 09. aug. | Føroya Fólkaháskúli

Frá analogari til digitala myndatøku við Gwenaël, Dagskeið uttan gisting

Lær at brúka analogkamera og funktiónirnar hjá tí, og síðan at framkalla filmin og flyta myndirnar til digitalt. Neyðugt er at hava analogt fototól við. Háskúlin útvegar ein film í part. Hetta er eitt dagskeið, kl. 16 - 21 mánadag til mikudag og 16-18 hósdag. Ein breyðbita er íroknað prísinum.
Frá analogari til digitala myndatøku við Gwenaël, Dagskeið uttan gisting

Tíð & stað

09. aug. 16.00 – 12. aug. 18.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Analog portrettir 

v/Gwenaël

Málbólkur: Øll, sum dáma væl at taka myndir.

Skeiðsgjald: 1500 kr. fyri undirvísing, tilfar og mat.

Dagskeið:

Mánadag 9. aug. kl. 16-21

Týsdag 10. aug.    kl. 16-21

Mikudag 11. aug.  kl. 16-21

Hósdag 12. aug.   kl. 18

At hava við:

35mm Kamera

Um skeiðshaldaran:

Gwenael Akira Helmsdal Carré, er ein føroyskur portrett- og løtumynda-fotografur sum nýtir ymsar miðlar til at menna síni hugskot, serliga tá tað snýr seg um ljós, arbeiðshættir, svart- hvítan film, 35mm ella stórformat foto.

_____________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Deil