lør. 06. mar. | Føroya Fólkaháskúli

Afrodansur - Dagskeið

v/ Nathalie Agyekum Dansa og kenn afrikansku rytmurnar í kroppinum
Man kan ikke længere tilmelde sig
Afrodansur - Dagskeið

Tíð & stað

06. mar. 10.00 WET – 07. mar. 16.00 WET
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Afro-dansur - Dagskeið

v/ Nathalie Agyekum

Leygardag 6. mars, kl. 10.00-16.00

Sunnudag 7. mars, kl. 10.00-16.00

Málbólkur: Øll, ið hava hug at dansa.

Skeiðsgjald 1000 kr.

Hetta skeið er uttan mat og gisting.

Afro dance er modernaður afrikanskur dansur.

Luttakararnir læra nýmótans afrikansk dansistig, sum geva orku og stuttleika. 

Teir koma at uppliva dans, sum er líkur tí, tú sært í sjónvarpinum, og at føla tær afrikonsku trummurnar í kroppinum.

Hetta er eitt gott høvi at víđka sær sjónarringin og møguliga fáa áhuga fyri afrikonskum dansi og mentan.

_____________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil