DX19 á Háskúlanum
DansiEksperimentið er ein árlig verkætlan og dansiskeið á Føroya Fólkaháskúla, ið savnar føroyskar yrkis- og áhugadansarar.
Saman við dugnaligum koreografum og í samspæli við aðrar listagreinar, skipa og skapa vit eina dygdargóða dansiframsýning.
Endaúrslitið verður framført eitt nýtt stað á hvørjum ári, og í ár verður sjálv framførslan í Norðurlandahúsinum.
Skeiðið verður skipað sum ein venjingarlega á Føroya Fólkaháskúla frá 15-23.juli. Almennu sýningarnar verða í Norðurlandahúsinum 24-25.juli.
Skeiðsgjald: 500 kr.

Venjingar & Koreografi: Diana J. Hansen,
Rúna Volmarsdóttir og Andrea Joensen.
Verkætlanarleiðsla: Birita Adela Davidsen
Leikstjórn: Annfinnur Heinesen
Ljós: Turpin Djurhuus
Stuðlar:
Tórshavnar Kommuna
Norðurlandahúsið
Meira um DansiEksperimentið: