top of page
Vælumtóktu dansiskeiðini hjá Dianu halda fram í 2019. Fyrsta vikuskiftisskeiðið verður 2.-3. februar.
Á skeiðnum læra tit nýggjar seriur, og tú lærir eisini, hvussu tú sjálv/ur samansetir eina koreografi. Haraftrat verður arbeitt við upphiting, grundrørslum og útstrekking.
Diana er útbúgvin á Hotstepper Urban Dance Education og Flowdance Academy Copenhagen, og hevur í nógv ár búð í Keypmannahavn, har hon hevur arbeitt professionelt sum dansari og koreograf, og hevur undirvíst í hiphop, house og waacking.
Hvar: Føroya Fólkaháskúli
Nær: 2. feb. kl. 11-14 og 3. feb. kl. 9-12
Kostnaður: 400kr
Tekning: haskulin@haskulin.fo

bottom of page