Fólksligur ástarskaldskapur í Norðurlondum - SEMINAR – KONSERT - DANSUR
Hotel Tórshavn, Tórshavn 15. og 16. november 2019
Norðurlendskir granskarar, sangarar og frásøgufólk lýsa ástarskaldskap - kvæði og frásagnir, bæði fakliga og listaliga á seminari í Havn vikuskiftið 15.-16. november.
Tað er “Nettverk for erotisk folkedikting i Norden”, sum skipar fyri.
Hetta er triðja og fyribils seinasta seminar í eini trý ára verkætlan, sum er fíggjað við stuðli frá Nordisk kulturkontakt, Nordisk kulturfond og Norsk kulturråd. Verkætlanin hevur havt til endamáls at menna ein tvørmentanarligan pall, har samband fæst í lag millum ymisk førleikaøki og máløki í Norðurlondum. Áður hava seminar verið hildin í Finnlandi og í Danmørk. Tá “Nettverk for erotisk folkedikting i Norden” varð stovnað, var ynski at fáa í lag samstarv og sínámillum kunning um bæði fakligt og listaligt virksemi. Umframt at geva íblástur, so geva seminarini høvi at menna persónlig sambond og vónandi framtíðar gransking í og miðlan av fólksligum ástarskaldskapi.
Seminarini viðgera og miðla frásagnir og tónleikatilfar um erotisk evni. Á ymsan hátt verður kannað, hvussu erotisk motiv verða brúkt í ymsum tekstsløgum, bæði sum myndamál og sum realistiskar lýsingar. Sostatt fæst øktur kunnleiki um líkleikar og munir í norðurlendska mentanarmargfeldinum.
Tá netverkið varð stovnað, var tað við teirri fatan, at tað er umráðandi at menna eitt felags rúm fyri miðlan og fakligum tulkingarhættum, tí evnið er lítið granskað higartil, og tí at miðlan av erotiskum tilfari í ávísan mun inniber etiskar avbjóðingar. Spurningar um hvørji sjónarhorn og virði eru umboðað í ástarskaldskapi, hvussu kvinnur og menn, kyn og makt verða lýst, og hvørja etiska ábyrgd granskarin hevur, hava tí verið í miðdeplinum á seminarunum higartil.
Eitt serstakt við hesi verkætlanini er samstarvið millum granskarar og tey, sum bera skaldskapin fram á ymsan hátt. Verkætlanin leggur seg eftir samstarvi og at royna ymsar hættir at miðla tvørtur um málslig og faklig mørk, og tí eru eisini bæði konsert og frásøgukvøld á skránni úti á Føroya Fólkaháskúla fríggjakvøldið, umframt almennur føroyskur dansur í Hornahúsunum leygarkvøldið.
Fullfíggjað skrá fyri bæði seminar og onnur tiltøk er at finna á www.setur.fo
Skráin fyri fríggjakvøldið á Føroya Fólkaháskúla: